Skjøl um sendingina verða kannað við síðuna av einum pakka

HJÁLP VIÐ TOLLI OG SKJØLUM

TOLLAVGREIÐSLA

Hevur tú spurningar um tollavgreiðslu? Starvsfólkini hjá Safari hava drúgvar royndir og kunnu vegleiða teg í sambandi við tína sending.

HJÁLP VIÐ TOLLI OG SKJØLUM

SOLEIÐIS VIRKAR TAÐ

  1. 01

    LÝS SENDINGINA

    Sig okkum, hvat tú skalt senda, hvaðani tað skal sendast, og hvar tað skal leverast. Send eisini tey skjøl um sendingina, sum tú longu hevur, so vit kunnu kanna, hvat vantar.

  2. 02

    VIT KANNA UPPLÝSINGARNAR

    Vit hjálpa tær at fáa greiðu á, hvørjar upplýsingar eru neyðugar fyri tína sending. Set teg í samband við okkum, áðrenn tú sendir vøruna, um tú ert í iva.

  3. 03

    AVTALA NÆSTA STIG

    Vit vegleiða teg um næsta stig út frá upplýsingunum um sendingina.

HJÁLP VIÐ TOLLI OG SKJØLUM

GEV OKKUM YVIRLIT YVIR SENDINGINA

Send eina greiða lýsing av vøruni og tær rokningar, ordraváttanir ella flutningsskjøl, sum tú longu hevur. Send eisini upplýsingar um sendara og móttakara, so vit kunnu knýta skjølini at røttu sendingini.

Sig okkum, um talan er um eitt keyp, eina gávu, eina vøru, sum skal sendast aftur, ella flytigóðs. Tað hjálpir okkum at kanna, hvørjar upplýsingar vanta, og vegleiða teg um næstu stigini.

UPPLÝSINGAR UM VØRUNA

TIL OG ÚR FØROYUM

PERSÓNLIG VEGLEIÐING

DRÚGVAR ROYNDIR

GOTT AT VITA

OFTA SETTIR SPURNINGAR

Hvat skal eg senda tykkum fyri at fáa vegleiðing?

Lýs vøruna og sig, hvaðani hon skal sendast, og hvar hon skal leverast. Send tey skjøl um sendingina, sum tú longu hevur, so vit kunnu kanna, hvørjar upplýsingar vanta. Tú kanst seta teg í samband við okkum, áðrenn tú sendir vøruna.

Hvat ávirkar toll og avgjøld?

Við innflutningi til Føroya hevur vøruslag, uppruni og virði týdning. Frakt og trygging eru partur av tollvirðinum. Tollur, mvg, møgulig punktgjøld og avgreiðslugjøld eru ikki tað sama sum sjálvur fraktprísurin.

Les almennu vegleiðingina

Er keypsland tað sama sum upprunaland?

Ikki altíð. At vøran er keypt í Danmark merkir ikki, at hon er framleidd har. Send upprunaupplýsingar frá seljara, um tær eru tøkar; gita ikki upprunan.

Les almennu vegleiðingina

Hvørjar upplýsingar skulu vera á rokningini?

Rokningin skal greitt vísa vøruslag, nøgd og prís. TAKS krevur eisini upplýsingar um pakking, tal á pakkum, brutto- og nettovekt, upprunaland og sølutreytir. Send okkum rokningina, so vit kunnu kanna upplýsingarnar. Sí fullu krøvini í vegleiðingini hjá TAKS.

Les vegleiðingina hjá TAKS

FÁ HJÁLP VIÐ TOLLAVGREIÐSLU

SET TEG Í SAMBAND