
HJÁLP Í EINARI SVÁRARI STØÐU
LÍK
Tá ið tær tørvar at flyta lík úr einum landi til eitt annað, kunnu vit hjálpa. Safari tekur sær av flutningi av líkum til og úr Føroyum og veitir persónliga hjálp alt samdøgrið.
HJÁLP Í EINARI SVÁRARI STØÐU
SOLEIÐIS VIRKAR TAÐ
- 01
SET TEG Í SAMBAND
Ring á vakttelefonina +298 22 22 22 og greið okkum frá støðuni.
- 02
FÁ PERSÓNLIGA HJÁLP
Vit tosa við teg um flutningin og vegleiða teg um næsta stig.
- 03
AVTALA FLUTNINGIN
Vit hava røttu útgerðina og hjálpa tær við flutninginum til ella úr Føroyum.
HJÁLP Í EINARI SVÁRARI STØÐU
PERSÓNLIG HJÁLP TIL NÆSTU STIGINI
Tá tú setur teg í samband við okkum, kanst tú siga okkum, hvar líkið er, og hvar tað skal flytast. Er ein jarðarferðarstjóri ella annar kontaktpersónur longu við í fyrireikingunum, kanst tú geva okkum samskiftisupplýsingarnar hjá viðkomandi.
Tú nýtist ikki at hava allar upplýsingar klárar, áðrenn tú ringir. Sig okkum, hvat longu er avtalað, og hvat tú hevur tørv á hjálp til, so vit kunnu tosa um næstu stigini saman.
PERSÓNLIG HJÁLP
TIL OG ÚR FØROYUM
RØTT ÚTGERÐ
GOTT AT VITA
OFTA SETTIR SPURNINGAR
Hvussu fái eg hjálp uttan fyri vanliga arbeiðstíð?
Ring á vakttelefonina +298 22 22 22. Vit svara alt samdøgrið og veita persónliga hjálp.
Krevst líkpass millum Danmark og Føroyar?
Sambært Styrelsen for Patientsikkerhed krevst ikki líkpass millum Danmark og Føroyar. Hetta merkir ikki, at eingi onnur skjøl ella krøv eru. Avklára farleið, kistu og skjøl við jarðarferðarstjóra og flutningsfelag.
Kann sama vegleiðing nýtast fyri øll lond?
Nei. Flutningur til ella gjøgnum onnur lond kann krevja líkpass og aðrar váttanir. Sig tí frá allari farleiðini, eisini møguligari millumlanding, áðrenn endalig ferð verður avtalað.
