
LÆTT AT KEYPA ÚR DANMARK
IKEA OG AMAZON TIL FØROYAR
Keyp frá IKEA, Amazon og øðrum netbúðum, sum ikki senda beinleiðis til Føroya. Nýt innlatingarstaðið hjá Safari í Danmark; vit taka ímóti vøruni og avgreiða frakt, toll og levering.
FRÁ NETBÚÐ TIL TÍN
SOLEIÐIS VIRKAR TAÐ
- 01
NÝT OKKARA ADRESSU
Skriva títt navn og innlatingarstaðið hjá Safari í Danmark sum móttakara, tá ið tú bíleggur.
- 02
SEND OKKUM VÁTTANINA
Send ordraváttanina ella rokningina til safari@safari.fo, so vit kunnu kenna og avgreiða sendingina.
- 03
VIT AVGREIÐA RESTINA
Vit taka ímóti vøruni og hjálpa við frakt, tollavgreiðslu og levering til Føroya.
INNLATINGARSTAÐUR Í DANMARK
BÍLEGG Á NETINUM – VIT FLYTA VØRUNA HEIM
Tá ið tú bíleggur, skrivar tú adressuna soleiðis: Títt navn, c/o Safari Transport, Containervej 5A, Pakhus 404A, DK-8000 Aarhus, Danmark. Telefonnummarið hjá agentinum í Danmark er +45 46 98 46 99.
Send síðani ordraváttanina ella rokningina til safari@safari.fo. Vit kunnu avgreiða frakt, tollavgreiðslu og levering, so tú hevur eitt stað at venda tær til allan vegin.
AMAZON
NETBÚÐIR
LEVERING
GOTT AT VITA
OFTA SETTIR SPURNINGAR
Hvussu skal adressan skrivast?
Skriva: Títt navn, c/o Safari Transport, Containervej 5A, Pakhus 404A, DK-8000 Aarhus, Danmark.
Hvat skal eg senda Safari?
Send ordraváttanina ella rokningina til safari@safari.fo, so vit kunnu kenna sendingina og hjálpa tær við næstu stigunum.
Kann eg eisini keypa frá øðrum netbúðum?
Ja. Tú kanst nýta innlatingarstaðið til aðrar netbúðir, sum kunnu levera vøruna á adressuna í Danmark.
Hvat kostar fraktin til Føroya?
Prísurin veldst millum annað um nøgd, mát og vekt á pakkunum og leveringsstaðið í Føroyum. Send okkum ordraváttanina og hesar upplýsingar, so kunnu vit gera eina prísmeting.
Er prísurin í nethandlinum allur kostnaðurin?
Ikki neyðturviliga. Umframt vøruprísin kunnu frakt, mvg, tollur og avgreiðslugjøld koma afturat. Bið um eina prísmeting á flutninginum og kanna innflutningskostnaðin, áðrenn tú keypir.
Hvat geri eg, um eg ikki kenni mát og vekt?
Bið netbúðina um mát og vekt á vøruni við pakking. Send okkum leinkjuna til vøruna og tær upplýsingar, tú hevur, um nakað vantar. So kunnu vit siga tær, hvat vit hava tørv á fyri at gera eina prísmeting.
