
TRYGT OG ÓMAKSLEYST
FLYTIGÓÐS TIL OG ÚR FØROYUM
Tá ið tú flytur heim, hjálpa vit tær at fáa flytigóðsið trygt og ómaksleyst til tín nýggja bústað. Vit heinta pakkaða góðsið við hurðina og flyta tað á nýggju adressuna.
FRÁ FYRISPURNINGI TIL LEVERING
SOLEIÐIS VIRKAR TAÐ
- 01
SEND UPPLÝSINGAR
Sig okkum, hvat tú ætlar at senda, og hvar góðsið skal heintast og leverast.
- 02
FÁ PRÍSMETING
Vit meta um nøgd, leið og flutningshátt og senda tær eitt tilboð.
- 03
VIT HEINTA OG LEVERA
Tá ið góðsið er pakkað, heinta vit tað við hurðina og flyta tað á nýggju adressuna.
PERSÓNLIG TÆNASTA
FLUTNINGUR FRÁ HURÐ TIL HURÐ
Vit flyta flytigóðs til og úr Føroyum og til ferðamál um allan heimin. Tú kanst flyta eitt heilt heim ella bert nakrar eskjur. Vit hjálpa tær at velja sjófrakt ella flogfrakt eftir nøgd, tíð og ferðamáli.
Vit vegleiða eisini um neyðug skjøl, tollavgreiðslu og levering, so tú veitst, hvat skal vera klárt, áðrenn flutningurin byrjar.
Send ein lista ella myndir av tí, tú skalt flyta, saman við tali og mátum á kassunum. Sig okkum frá trappum, lyftu ella avmarkaðari atgongd á bústøðunum, og nær tú ætlar at flyta.
ESKJUR
PERSÓNLIGIR LUTIR
STØRRI FLYTIGÓÐS
GOTT AT VITA
OFTA SETTIR SPURNINGAR
Hvat kostar tað at flyta flytigóðs?
Prísurin veldst um nøgd, stødd, vekt, fráfaringarstað, ferðamál og valið millum sjó- og flogfrakt. Send okkum upplýsingarnar, so fært tú eina prísmeting.
Kunnu tit heinta flytigóðsið við hurðina?
Ja. Tá ið góðsið er pakkað, kunnu vit heinta tað við hurðina og flyta tað á nýggju adressuna.
Hvussu skal flytigóðsið pakkast?
Góðsið skal vera væl pakkað, so tað tolir flutningin. Sig okkum, hvat tú skalt flyta, um tú ert í iva um innpakkingina.
Kunnu tit hjálpa við skjølum og tolli?
Ja. Vit vegleiða um neyðug skjøl og tollavgreiðslu í sambandi við flutningin.
Er flytigóðs altíð tollfrítt?
Nei. TAKS hevur treytir fyri toll- og avgjaldsfríum flytigóðsi til Føroya. Tú skalt kunna skjalprógva flytingina við flytiváttan frá kommununi, tú flytur til, og lata TAKS eina undirskrivaða flytigóðsváttan. Kanna treytirnar, áðrenn tú sendir; nýggjar vørur eru ikki sjálvvirkandi flytigóðs.
