
TÁ IÐ TAÐ HASTAR
SKUNDFRAKT
Vit svara á vakttelefonini alt samdøgrið og hjálpa tær, tá ið ein sending hevur skund. Ring á +298 22 22 22 og sig, hvat skal sendast, og nær tað skal vera frammi.
TÁ IÐ TAÐ HASTAR
SOLEIÐIS VIRKAR TAÐ
- 01
SIG OKKUM, HVAT HASTAR
Send upplýsingar um innihald, vekt, mát, fráfaringarstað og móttøkustað. Sig eisini, nær sendingin er klár, og nær tú hevur tørv á henni.
- 02
AVTALA FLUTNINGIN
Vit kanna møguleikarnar og avtala flutningin við teg. Tíðin veldst um leið, fráferðir og sendingina; vit fylgja pakkanum allan vegin fram.
- 03
VIT FYLGJA SENDINGINI
Vit fylgja sendingini fram til móttakaran og halda teg kunnaðan.
TÁ IÐ TAÐ HASTAR
SIG OKKUM NÆR TAÐ SKAL VERA FRAMMI
Tá ein sending hevur skund, er avgerandi at vita, nær vøran er klár, og nær hon í seinasta lagi skal vera frammi. Upplýs neyvt, hvar hon skal heintast og leverast, og gev okkum navn og telefonnummar hjá einum fólki á hvørjum staði, sum vit kunnu seta okkum í samband við.
Hav tal á pakkum, mát og vekt klár, tá tú ringir. Sig beinanvegin frá, um nakað krevur serliga handfaring, so vit kunnu kanna hóskandi flutningsmøguleikar frá byrjan.
SKUNDSENDINGAR
ALTJÓÐA
VIT FYLGJA SENDINGINI
GOTT AT VITA
OFTA SETTIR SPURNINGAR
Hvussu skjótt kann sendingin koma fram?
Ring við upplýsingunum um sendingina. Vit kanna møguleikarnar og geva tær eina meting av tíð og prísi.
Kann eg ringja uttan fyri vanliga arbeiðstíð?
Ja. Vakttelefonin +298 22 22 22 svarar alt samdøgrið.
Hvørjar upplýsingar skulu tit hava um eina skundsending?
Send okkum upplýsingar um innihald, vekt, mát, fráfaringarstað og móttøkustað. Sig eisini, nær sendingin er klár, og nær hon skal vera frammi. Ring á +298 22 22 22, tá ið tað hastar.
